Veitari av heildartænastu

Vit veita KT heildartænastu.

Vit veita KT tænastur á flestu økjum. Heimasíður, KT-vørður, forritan, SMS-skipan er bert nakað av tí vit takast við.

Yvirtaksera SMS skipan

Okkara SMS skipan kann brúkast til kappingar og tænastur. SMS kappingar verða í dag ofta brúktar í samband við marknaðarføring og er hetta ein sera góður máti at fáa betri samband við kundarnar.

KT-Vørður

Latið okkum ansa eftir ambætaranum og teldunum. Tað mesta av arbeiðinum verður gjørt við fjarstýring. Vit hava royndir við MS Windows, Mac, Linux og Unix.

Forritan og heimasíður

Vit veita heimasíður basera uppá CMS skipan. Hetta ger tað einfalt hjá kundanum at viðlíkahalda síðuna sjálvur. Eisini kunnu vit forrita skipanir eftir tørvi.

Opnar skipanir

Vit byggja okkara skipanir fyrst og fremst á opnar standardir. Fyri kundan merkir tað størri frælsi at flyta millum skipanir og veitarar.

09 / 2018

Skúlafonin er nú her. Skúlafonin er ein snildfon sum er serliga ætlað næmingar í fólkaskúlanum og miðnámi. Les meira um hana her Les meira...

03 / 2017

Ctrl Sp/F hevur ment nýggja heimasíðu fyri Fróðskaparsetur Føroya. www.setur.fo Les meira...